Handilstreytir

Niðanfyri kanst tú lesa treytirnar, sum eru galdandi við bílegging hjá Sentrum.

 

1. Bílegging

Keypsavtalan við Sentrum er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Sentrum.

 

2. Prísir

25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísirnir eru í donskum krónum, um einki annað er nevnt. Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

Fyrivarni verður tikið fyri kursbroytingum, force majeure, veitingarfeilum, avgjaldsbroytingum, útseldum vørum og tøppifeilum.

 

3. Søla generelt

Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum er tann galdandi prísurin.

 

4. Veiting

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og tarnaðari veitingartíð hjá útvegarum hjá Sentrum.

 

5. Útkoyring

Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 10–25 minuttir, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini.

Prísurin fyri útkoyring kann vera treytaður av strekkinum og verður lagdur oman á prísin fyri bíleggingina.

Útkoyring fevnir bert um Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes.

Avgreiðslugjald fyri útkoyring verður lagt afturat prísinum og er 10 DKK.

 

6. Striking av bílegging

Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Sentrum umvegis telefon.

Um Sentrum er byrjað at framleiða matin, kann Sentrum krevja fult gjald fyri bíleggingina.

 

7. Gjalding

Sentrum bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:

Visa, Visa/Dankort, Visa Electron, MasterCard, JCB og Maestro.

Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað – tó í seinasta lagi 30 dagar eftir, at gjaldingin er framd.

 

8. Ert tú í iva?

Um tú ivast í eitthvørjum, mælir Sentrum til, at tú setir teg í samband við okkum umvegis telefon á +298 31 23 23.

 

9. Iðranarrættur

Tað er eingin iðranarrættur á matvørum.

 

Persóndatapolitikkur

Almenn upplýsing

 

Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at Sentrum handfer tínar persónsupplýsingar.

Sentrum viðger upplýsingar um teg í sambandi við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangsstøð biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið er at avgreiða veiting og gjalding í sambandi við títt keyp.

Viðgerðin fevnir eisini um, at viðkomandi upplýsingar í sambandi við fakturering verða veittar teimum pørtum, sum hava ávirkan á gjaldið, m.a. peningastovnum og gjaldskortveitarum.

 

Upplýsingarnar verða goymdar í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár við tí fyri eyga at tryggja góðsku, kundatænastu og møgulig endurgjaldskrøv.

Heimasíðan brúkar cookies til at skráseta IP-adressu, leitisøgu o.l. fyri at betra brúkaraupplivingina og til marknaðargreining. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær.

Í sambandi við útkoyring gevur Sentrum sær rætt til at veita neyðugar upplýsingar til triðjapart, so tænastan kann verða veitt á skilagóðan hátt.

 

Sosialir miðlar

Við vitjan á sosialu miðlunum hjá Sentrum, t.d. Facebook og Instagram, verða upplýsingar heintaðar og viðgjørdar sambært cookiepolitikki teirra. Sentrum móttekur einans anonymar statistikkupplýsingar.

 

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til innlit í tínar persónsupplýsingar, at fáa upplýsingar rættaðar, at fáa upplýsingar útflýggjaðar í lesiligum formati og at avmarka ella sletta viðgerðina.

Vinaliga vend tær til Sentrum, um tú ynskir at gera brúk av hesum rættindum.

 

Kontaktupplýsingar

Sentrum
Sverrisgøta 9
100 Tórshavn, Føroyar
Tlf.: +298 31 23 23

 

Klagur

Um tú hevur atfinningar, kanst tú klaga til:

Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo